Annika Fríðheim Petersen skal spæla í bestu pólsku deildini

Hon hevur spælt í Íslandi, Danmark, Noreg og so aftur í Danmark. Nú er greitt, at hondbóltsframtíðin hjá Anniku Fríðheim Petersen liggur nakað eystanfyri.

Landsliðsmálverjin er nú 26-ára gomul og hevur spælt yrkishondbólt nøkur ár, umframt at hon hevur lisið sálarfrøði. 

Sum skilst er sáttmálin, sum Annika Petersen hevur skrivað undir nú, við felag í bestu pólsku deildini.

Hesin er galdandi frá í summar, í øllum førum fyri kappingarárið 2026/2027, og er tað í einari deild, har fáir norðurlendingar. Eingin føroyskur hondbóltsspælari hevur áður roynt seg í felagshondbólti í Póllandi.

Deildin er styrkismett sum nummar 13 í Evropa, er í menning og hevur fleiri lið við í EHF European League, sum er næstbesta EHF-kappingin fyri lið. 

Annika Fríðheim Petersen hevur verið knýtt at EH Aalborg síðani á sumri 2024. Seinasta tíðin hevur verið margháttilig, tí hóast hoyvíkskvinnan hevur staðið seg væl á landsliðnum, síðani hon kom aftur eftir barnsburð í november – framúr væl í summum dystum – so spælir Annika als ikki fyri Aalborg.

Ein orsøk er, at hinir báðir málverjarnir hjá norðurjútska felagnum hava sáttmála har eisini í 2026/2027, meðan tað síðani í vetur hevur verið greitt, at føroyingurin ikki heldur fram. Tað kann tó staðfestast, at hesir báðar, sum verja málið hjá Aalborg, hava samanlagt lægst bjargingrprosent í bestu donsku deildini.

Skiftið hjá Anniku Fríðheim Petersen verður, sambært okkara upplýsingum, almannakunngjørt skjótt – nakað áðrenn vikan er av.

Myndir

Onnur tíðindi